Festivalurin Atlantsljómur, endaði í vikuskiftinum við eini rimmar framførslu. Talan var um verk, ið neyvan hevur sæð sín líka í Føroyum áður.
Requiem hjá Verdi er óivað millum størstu tónleikaverk, ið framførd eru á føroyska tónleikapallinum. Fjøld av fólki luttók, 160 sangarar, umfarmt orkestur, og útselt var til báðar framførslurnar.
- Her kunnu nýtast stór orð, men eg eri sera væl nøgdur, sigur Ólavur Hátún, og tað vóru øll tey luttakandi eisini. Vit kundu óivað fylt salin einaferð enn og dirigenturin, Yaccov Bergman, var eisini nøgdur, og kundi hugsað sær, at hesin festivalurin gjørdist árlig hending.
Norðurlandahúsið, kirkjurnar og tunnil til klaksvíkar
- Fólk eru bilsin, at slíkt letur seg gera her hjá okkum, sigur Ólavur Hátún, men umstøðurnar fyri slíkum tiltøkum eru góðar við Havnini sum miðdepli. Nú búleikaðust luttakararnir á Skúlaheiminum og Norðurlandahúsið er sera góður karmur um framførslurnar.
Umframt at framføra Requiem, høvdu kórini eisini sjálvstøðugar konsertir.
- Kirkjurnar í Eysturoynni eru ein dreymur at syngja í, sigur Ólavur Hátún, og leggur afturat, at hann heldur tað í hesum sambandi vera spell, at tunnilin til Klaksvíkar ikki er komin enn.
- Ólavur sigur, at nógv vóru skeptisk, tá farið varð at prátað um tiltakið og at fáa orkesturleiðara á høgum støði hendaveg.
- Men hetta er ikki fyri at køva tað vit sjálvi eiga, men fyri at menna tað og fáa íblástur, sigur Ólavur Hátún.
Um tiltakið verður afturvendandi, veit Ólavur Hátún, men Yaacov Bergman, ið stjórnaði verkinum, sigur hetta vera gott hugskot.
Hann er sera hugtikin av Føroyum og fólkinum. Eisini hann er sera væl nøgdur við framførslurnar.
Yaacov Bergman:
Smíðið, meðan jarnið er heitt
Yaccov Bergman, sum í vikuskiftinum stjórnaði Requiem hjá Verdi í Norðurlandahúsinum, er ikki bangin fyri at nýta stór orð um tiltakið Atlantsljóm, um framførslurnar og um Føroyar
Dagfinn Olsen
Um framførslurnar í vikuskiftinum sigur Bergman, at slíkur andi og slík orka er eitt sjáldsamt upplivilsi.
- Her høvdu vit tíð at arbeiða við smálutum og hóast kórini ikki vóru samansett av yrkissangarum, so ljóðaði tað vakurt. Her vóru fleiri mentanir og fleiri tungumál, men hetta var vakurt boð um, at tónleikur er alheims mál. Øll vildu gera sitt besta og tey løgdu sálina í, sigur Yaacov Bergman.
Fólk grótu
- Eg veit ikki um tað var viðkvæmi ella grátur, men fólk grótu og eg hoyrdi fólk snýsa. Og við mínum royndum, so dugi eg eisini at skina á, nær fólk klappa, tí tey eru fólkalig, og nær tey klappa, tí tey meina tað og tað haldi eg tey gjørdu, sigur Bergman.
- Eg haldi, at øll við einum sindri av skili fyri tónleiki skiltu, at framførslurnar vóru góðar. Tær vóru á hædd við slíkar framførslur aðrastaðir, ja, kanska betri. Tær vóru framúr, sigur Yaacov Bergman, ið er høgt í metum, sum kór- og orkesturleiðari.
Hetta má metast at vera stór orð frá manni, ið kemur beinleiðis til Føroya úr Japan, har han stjórnaði symfoniorkestrinum æi Osaka.
- Húsið er perfekt. Eg visti einki um tað, men tá eg sá tað, var eg bilsin. Húsið er júst, sum tað skal; ikki ov stort og ikki ov lítð. Ljómurin er framúr. Í hesum húsinum eiga tit ein sannan skat. Eisni hóskar húsið til alskins endamál, sigur Bergman.
Stuðlið slíkum hugsjónum
- Nú er upp til tykkara at fáa góða úrslitið at bera frukt. Møguleikarnir eru óendaligir við slíkum megnar tiltakið og tit mugu lata boðini fara út í heim, at her hendi nakað, ið vert er at endurtaka. Smíðið, meðan jarnið er heitt, sigur Bergman, og hjá honum er eingin ivi:
- Tað ræður um at stuðla slíkum hugsjónum. Dømini eru so mong um, at slíkt mennir seg og gerst umtókt og vælvitjað. Ferðafólk vildu óivað fegin komið hendavegin og tit hava alt; náttúru, rætta andan, hav, tónleik og skiftandi veðrið. Betri fær tað ikki verið! Brúkið nú góða úslitið, sigur Bergman.
Fáa peningin fýra ferður aftur
- Dømi eru um, at handilslív og ferðavinna hava sett penng í slíkt og hava fingið hann fýra ferðir aftur. Latið hetta gerast eitt reint alternativ til oljuvinnuna, sigur Yaccov Bergman, ið eisini vísir á, at slíkt breiðir seg, sum ringar í vatni.
- Verður hetta ein kendur festivalur, so kemur dugnaligt fólk hendavegin. Tey kunnu so hava skeið og læra frá sær. Tá kann hugsast, att næmingar vísa áhuga úti í heimi, og kanska koma fólk líka úr Japan, tí tey vilja sleppa at royna okkurt nýtt og at fáa undirvísing frá kendu og dugnaligu lærarunum, sigur Bergman.
Bergman aftur á vitjan
- Nú ræður um at skapa eitt "Image" og at geva ljóð, so fólk frættir um væleydnaðu framførslurnar, sigur Yaacov Bergman, ið fór av landinum í gjár. Vit kunnu tó vænta at síggja hann í Føroyum aftur. Kanska sum ferðamann, men eisini eru ymsar ætlanir, ið týða uppá, at vit aftur fáa henda úrmæling at síggja og hoyra á palli.