Tórbjørn Jacobsen
landsstýrismaður
Har ið politiski ríkisovastin í eindarstatinum Danmark var gingin so nær av føroyskum frælsisstríðsmonnum, at hansara innari svínhundur av álvara kom í ljósmála. Hann virðir ikki sínar undirsáttar í hjálond-unum báðum. Og hví skuldi hann eisini tað?
Hvørjar ónáðir kunna føroyskir tjóðskaparmenn gera honum, tá slakur helmingur av hjálandafólkinum eru hansara svornu lakajar, hansara treytaleysu viðspælarar.
Onkuntíð fara søgugranskarar at finna orsøkina til tað, sum kundi gjørt enda á hesi samgonguni, ið sum tann fyrsta hevði tað aðalmál, at í Føroyum skuldu føroyingar ráða í øllum lutum. Treytaleyst. Vónandi koma teir ikki til tað úrslitið, at fáfongdin og forfeingiligheitin hjá tveimum yvirgøddum fólkatingsmonnum, mundi forkomið øllum. Søgur av hesum kalibrinum, sum hava verið tættar hesar seinastu dagarnar, kunna ikki vera annað enn fabrikeraður óndskapur. Eingin rættskikkaður skapningur setir tjóðarviljan uppá spæl fyri egnan vinning. Somikið av álitið havi eg á Jóanesi & Óla.
Tað slætnaði so aftur og samgongan er intakt. Góðir politiskir handverkarar løgdu vápnini og kritaðu vøllin upp av nýggjum. Semja. Uttanfyri vaks svongdin. Lovaða landið hvarv úr havsbrúnni. Royndin at avreiða móðurlandið til fíggindan, einaferð fyri allar, miseyðnaðist. Ikki minst, takka verið unga og stríðsfúsa formanninum í Tjóðveldisflokkinum.
Óteljandi spurningar munna vera farnir ígjøgnum høvdið á føroyinginum hendan seinasta sólarringin. Hevði nakar slakað? Og hvør?
Føroyingar valdu republikkina hin 14. september 1946. Tað er eingin ivingur um tað. Líka so lítil er ivingurin um, at viljin at fremja hana í verki ongantíð er framdur.
Á eini fólkaatkvøðu í apríl mánaði næsta ár (2001) ? flaggdagurin átti at verið upplagdur sum valdagur ? skal føroyska fólkið taka støðu til, um viljin frá 1946 skal fremjast eftir einum nærri ásettum leisti.
Ongin hevur nakrantíð roynt at fjalt tann veruleikan, at avtøkan av ríkisveitingini, í einum høggi, hevði gjørt nakað av skaða í føroyska samfelgnum. Tað er ikki neyðugt at verða búskaparfrøðingur, fyri at finna útav hesum. Og soleiðis kom uppskotið um skiftistíðina fram. Alt varð blankt avvíst. Og nú fór ein tann karráðasti imperialistiski leikurin, í nýggjari tíð, fram fyri opnum tjaldi. Í tí sokallaða siviliseraða heiminum.
Tá ið eitt hálvt ár er farið aftur um bak, og føroyingurin hevur valt at fremja viljan frá 1946, tá verður farið í holt við at skipa tjóðini sína egnu skiftistíð. Við m.a. einum búskapargrunni.
Ríkisveitingin minkar líðandi í eini 6-8 ár. Allar samfelagsfunktiónir, ið eru neyðugar í eini republikk, verða settar á stovn í hesum tíðarskeiði. Og tá ið onki millumverandi er ímillum londini bæði, avger fólkið á eini fólkaatkvøðu, at seta nýsmíðaðu grundlógini í gildi. Tá eru Føroyar umsíður ein republikk aftur, eftir at hava slongst sum tongul í brimi í næstan túsund ár.
Í fullveldisloysnini, eftir íslendska modellinum, komu vit lítið meiri enn hálva leið, sjálvt um vit komu á mál. Eftir nýggju loysnini koma vit líka skjótt ellari skjótari á mál við republikkini, sum er Tjóðveldisfloksins hjartamál, meiri enn nakað annað.
Fegnist um hesa loysnina, tí satt at siga skilti eg ongantíð hesa øðina eftir at vera framhaldandi undir donskum kongsvaldi, - við fullum suvereniteti.
Onkur mátti sitið eftir við beiskum ráka undir gómanum. Vónandi hevur hesin mystiski herðurin av niðagrísum, sum hava gingið berserkaragongd hesar seinastu dagarnar, eingin nevndur, eingin gloymdur, umsíðir skilt, at fólkaviljin í Føroyum er sólarklárur, at her skula vit ráða, og bara vit.
Republikkin er í eygsjón!