Republikanskur stórsigur

Miðvalið í gjár bleiv sum væntað ein stórsigur fyri republikanararnar. Tað er nú greitt, at republikanararnir hava vunnið meirilutan í Umboðsmannatinginum í Washington.

Republikanararnir skuldu fáa minst 39 sessir í Umboðsmannatinginum afturat, og forsagnir í morgun siga, at teir fáa meiri enn 50 umboð afturat teimum, sum teir høvdu undan valinum.

Sostatt fer republikanararin John Boehner at avloysa demokratin Nancy Pelosi sum tingformann.