Eg forsvari tað við, at tað er einastu ferð, at man fær nakað fyri allar tær skattakrónur, man dag og dagliga rindar til tey kongaligu.
Leygardagin hevði eg vilja verið í Stockholm. Ikki tí - eg hevði ikki farið og hugt eftir korteguni, tað eri ov nógv republikanari fyri. Men stemningurin er serligur tá stór, kongalig ball eru í býnum.
Minnist tá eg nýinflutt til Stockholm var og veittraði til kongin á 50-ára degnum. Blívi flóv við tankan, at eg faktist stóð har og vinkaði til eina balkong millum hundratals aðrar kongaligar fjepparar.
Kongar, drotningar, prinsar og prinsessur hoyra heima í ævintýrheiminum, ikki í nýmótans samfeløgum.
At verða føddur til ríkidóm og ein tittul er so gamaldags, at man vil skrála.
Eitt er tó troystaríkt, og tað er, at nú hava vit øll møguleikan at gerast prinsar og prinsessur. Mary var onki annað enn ein vanlig kontórsdama, Daniel venjari, og daman hjá svenska prinsinum Carl Philip er fyrrverandi bikinimodell.
Summi taka synd í teimum kongaligu, tey sleppa ongantíð at verða í frið osfr. Eg hevði gjarna skift um við tey, kanska ikki krúnarvingarnar, men hini nummar tvey og trý í barnarøðini eru fødd til eitt perlulív. Ongar serligar pliktir, uttan bara pengar, slott og fyrimunir.
So Madeleine, Joakim og Harry - eg skifti lív við tykkum anytime!
Les mína grein á s 20-21 um søguliga brúdleypið, og hvat føroyingarnir í Svøríki halda um sirkusi.










