Republikanararnir stavn um stavn

Kanningar undan valinum í Florida týsdagin vísa, at Mitt Romney nú hevur eins stóra undirtøku, sum John McCain hevur millum republikansku veljararnar Tað er stórur spenningur um, hvussu tað fer at ganga, tá ið republikanski flokkurin í USA týsdagin fer at hava undanval í Florida.

John McCain, sum higartil hevur verið best umtókta republikanska forsetavalevnið, hevur verið greitt á odda í veljarakanningum, men nú tykist alt vera púra opið.

Sambært nýggjari kanning, sum varð kunngjørd í dag, og sum Zogby instituttið hevur gjørt fyri bretsku Reuters tíðindastovina og amerikanska C-SPAN sjónvarpið, hava bæði McCain og Mitt Romney 30 prosent aftan fyri seg av teimum, sum ætla at atkvøða.

Florida er ein av fólkaríkastu statunum, og tí vigar úrslitið í hesum statinum nógv, tá ið forsetavalevnið skal veljast.

Hjá McCain kom tað væl við, tá ið væl umtókti republikanski guvernørurin í Florida, Charlie Christ, í gjár heitti á veljararnar um at atkvøða fyri McCain.

Tað er bara republikanski flokkurin, sum hevur undanval í Florida týsdagin.