Republikanararnir í Senatinum hava felt ein pakka, sum fevnum um økta marknatrygd við markið millum USA og Mexico og milliardir av dollarum í hjálp til Ukraina og Ísrael.
Frammanundan varð roknað við, at uppskotið fór at verða felt, men demokratiski meirilutaleiðarin, Chuck Schumer, valdi kortini at senda uppskotið til atkvøðugreiðslu í dag.
Hann skuldi hava tilsamans 60 atkvøður fyri at fáa pakkan samtyktan. 50 atkvøddu fyri og 49 ímóti.
Demokratarnir hava ein smalan meiriluta upp á 51-49 í Senatinum.
Pakkin hevði tiltøk fyri tilsamans 118 millardir dollarar. Umframt pengar til marknatrygd og hernaðarhjálp til Ukraina og Ísrael hevði hann eisini humanitera hjál til fólkið í Gazageiranum og hjálp til krígsflóttar.
Politikarar í Kongressini hava samráðst um uppskotið í fleiri mánaðir.
Republikanararnir hava kravt fleiri pengar til at økja trygdina við suðurmarkið hjá USA fyri at forða flóttum at koma inn í landið.
Men tá uppskotið kom til atkvøðugreiðslu, atkvøddu fleiri Republikanarar ímóti, sjálvt um pakkin hevði nógv av tí í sær, sum teir hava biðið um.
Kortini kann Kongressin kanska fáa hjálpini samtykta til nøkur av sameindu londunum hjá USA.
Senatið væntast seinni í dag at atkvøða um ein pakka sum fevnir um 96 milliardir í hjálp til Ukraina og Ísrael. Tað er sami pakki, men bara uttan tiltøkini á markinum til Mexico.
Schumer sigur, at hann sum sjótast fer at senda tað til atkvøðugreiðslu.
Eitt starvsfólk hjá Roker Wickers, senatori hjá Republikanarunum, metir, at hetta uppskotið hevur frægari møguleika at verða samtykt í Senatinum.
Um so er verður framtíðin kortin óviss. Milliardahjálpin skal um so verður eisini samtykkjast í hinum kamarinum í Kongressinin, har Republikanararnir hava meirilutan og nógvir republikanarar eru ímóti at senda fleiri pengar til Ukraina.
/ritzau/Reuters











