Tað eydnaðist ikki republikanska Kevin McCarty í kvøld at tryggja sær formanssessin í Umboðsmannatinginum.
Tað er greitt eftir atkvøðugreiðslu í amerikonsku Kongressini.
Republikanarar hava annars meiriluta í Umboðsmannatinginum eftir miðvalið í november. Men ósemja í flokkinum merkir, at fleiri atkvøddu ímóti McCarthy.
Harvið fekk hann ikki neyðugu 218 atkvøðurnar.
Tað merkir, at neyðugt er við nýggjari atkvøðugreiðslu fyri at finna ein avloysara til demokratisku forkvinnuna, Nancy Pelosi. Tað eru 100 ár síðani, at tað seinast var neyðugt við eini nýggjar atkvøðugreiðslu, skriva CNN og NBC.
Formaðurin í Umboðsmannatinginum er ein tann valdsmiklasti í amerikonskum politikki. Bara forsetin og varaforsetin eru hægri í politisku raðfylgjuni.
Tað verður mett sum eitt tap fyri bæði McCarthy og Republikanararnar, at tað ikki eydnaðist at finna avloysaran hjá Pelosi í fyrsta umfari.
Fyri framman bíðar ein nýggj atkvøðugreiðsla, har nógv er óvist.
Kevin McCarty kann royna at stilla uppaftur, ella Republikanararnir kunnu royna at savna seg um eitt nýtt valevni við størri stuðuli.
Við atkvøðugreiðsluna í dag fekk Kevin McCarthy 203 atkvøður, meðan tann næsta valevni, Andy Biggs, fekk 10 atkvøður.
Tað merkir, at demokratiska valevni, Hakeem Jeffries, í veruleikanum endaði við at fáa flestar atkvøður. Hann fekk allar tær 212 demokratisku atkvøðurnar.
Sambært fyrrverandi amerikanska kongressliminum Charlie Dent verður tað trupult hjá Kevin McCarthy at reisa seg og tryggja sær neyðuga stuðulin.
– Tey kunnu blíva við at atkvøða, men tá tað er atkøvtt á henda hátt, so er tað veruliga trupult at broyta atkvøðurnar. So eg dugi ikki at síggja, hvussu hann kann fáa broytt hetta, sigur Dent við CNN.
Fyrsti fundur var í nýggju Kongressina í dag eftir miðvalið.
Eitt av fyrstu málunum á skránni er at finna ein formann fyri Umboðsmannatingið. Ikki fyrr enn tað er gjørt, ber til at koma víðari við restini av tí, sum skal skipast, skrivar CNN.
Tað er ikki hent síðani 1923, at eitt formansevni ikki er valt í fyrstu atkvøðugreiðslu. Ta ferðina endaði tað við at tey atkvøddu níggju ferðir.
/ritzau/