Reportasja frá Holocaust-savninum í Jerusalem

27. januar er altjóða holocaustdagur. Á Rás2 verður reportasja frá holocaust-savninum í Jerusalem

Mánadagin 27. januar er altjóða holocaustdagur. 

 

Tann 27. januar í kom tann reyði herurin hjá Sovjetsamveldinum til týningarleguna í Auschwitz og setti jødarnar har í frælsi. Tí var tann 27. januar valdur at vera minningardagur á hvørjum ári.

 

Hetta fer eisini at merkja skránna á Rás2. Millum klokkan 9.45 og 10.50 verður fyrst ein reportasja frá desember í 2010, tá Rás2 vitjaði Yad Vashem - Holocaustsavnið í Jerusalem í Ìsrael.

 

Aftaná reportasjuna verður eitt prát við Rólant í Skorini, lektara í religión og í fronskum, sum lýsir evnið fyri lurtarunum.

 

Rólant fer saman við konuni Elsu at hava framløgur á Østrøm, mánakvøldið 27. januar klokkan 19.30 á einum tiltaki, sum vinarfelagið fyri Ìsrael skipar fyri.