Rentumarginalurin er øktur munandi í 2023

Rentumarginalurin (munurin millum útlánsrentuna og innlánsrentuna) er øktur munandi í 2023. Hjá privatkundum er miðalrentumarginalurin øktur út 3,1 prosentstigum til 4,1 prosentstig. Hjá vinnukundum er broytingin frá 3,6 prosetstigum til 5,6 prosentstig.

Tað skrivar Landsbanki Føroya.

 

Evropeiski miðbankin (ECB) hevur hækkað rentuna 10 ferðir síðani juli 2022. Føroysku bankarnir hava økt útlánsrenturnar, so hvørt sum evropeiski miðbankin hevur boðað frá rentuhækkingum. Í februar 2024 var miðal rentan á útlánum í føroysku bankunum 6% til vinnukundar og 5,2% til privatkundar.

 

Síðan árslok 2022 hava bankarnir eisini hækkað innlánsrentuna, sum var negativ hjá privatkundum frá februar 2020 til áleið árslok 2022, ímeðan vinnukundar byrjaðu at gjalda negativa rentu longu í september 2019, og almennu stovnarnir og  kommunurnar síðani mai 2017.

 

Miðalrentumarginalurin hjá føroysku peningastovnunum er øktur úr 3,1 prosentstigum hjá privatkundum (húsarhald) í juli 2022, upp í 4,1 prosentstig í februar 2024, sí mynd 1. Rentumunurin hjá vinnukundum (privatar og almennar fyritøkur) var 3,6 prosentstig í juli 2022 og er øktur til 5,6 prosentstig í februar 2024.  

 

##med2##

 

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her.