Eftir at Tjóðbankin hevur hækkað rentuna, fara føroysku peningastovnarnir helst at gera tað sama. Tað seinasta árið er rentan hækkað seks ferðir, og tað kennist hjá teimum, sum hava keypt sethús.
Rentan á 1. veðrætti er í dag 5,25 prosent, og verður føroyska hækkingin tann sama sum hjá Tjóðbankanum, verður rentan 5,50%.
Fyri eitt húski við tveimum mió. krónum í húsaláni merkir tað góðar 1.700 krónur um mánaðin, eftir at rentustuðulin er frádrigin, hevur Útvarpið roknað seg fram til.