Fyrsta almenna ruskplássið í Havn var úti á Reyni, plássið fekk navnið "á Dunganum", sum seinni bleiv stytt til "á Dunga".
Um aldarmótið verður "Dungin" stongdur, og nýtt ruskpláss letur upp úti í Grind.
Í 1929 verður ruskplássið úti í Grind stongt, og nýtt ruskpláss verður tikið í brúk á Hálsi, sum fekk navnið "Køsturin".
Í 1941 verður "Køsturin" latin aftur, og nýtt ruskpláss verður gjørt yviri við Strond, ið fekk navnið "Buckwald".
Tá vit koma inn í 60-ini verður Buckwald stongt, og Ruskstøðin í Havnardali varð tikin í brúk.
Í dag verður alt rusk í Havn koyrt til kommunalu brennistøðina á Hjalla.
Hendan gongdin vísir, at ruskplássini hesi seinastu umleið 150 árini hava verið við útjaðaran av Havnini.
Um somu tíð sum fyrsta almenna ruskplássið var úti á Reyni, hevði Havnin eisini alment nátthús. Nátthúsið (ella "Bukkan" sum tað eisini bleiv rópt millum Havnarfólk), stóð úti í Bakka.
Hóast Havnin í 1921 fekk Fredensborg sum alment WC, varð "Bukkan" ikki niðurløgd, men heldur útbygd, tí í 1927 bleiv nátthúsið úti í Bakka tikið niður, og ístaðin varð eitt nátthús bygt úti í Grind, (við pílin á myndini), men tað nátthúsið bleiv endaliga stongt í 1933.
Tey, sum hava okkurt at viðmerkja í sambandi myndirnar, eru vælkomin at seta seg í samband við Birgar Johannessen, ið savnar tilfar til Havnar leksikon, á telefon 314647 / 273168.










