Renning úr Kvívík til Havnar

Kristi Himmalferðadag 17. mai verður eitt sokallað adventurrace-tiltak, har kappast verður úr Kvívík til Havnar. Rennikappingin er fyri lið á fýra persónar. Tað verða tvær rutur. Onnur rutan er fyri luttakarar, sum vilja hava stórst møguliga avbjóðing, har teinurin verður á leið 30 kilometrar. Á rutini eru lagdar fleiri fysiologiskar og psykologiskar forðingar inn. Hin rutan er væl stytri og við minni forðingum. Liðini kunnu vera sett saman av báðum kynum, og liðið velur sjálvt hvørji rutu luttakararnir ynskja at luttaka á. Tilmeldingarfreist 11. mai á telduposti: HYPERLINK "mailto:hansi@altfyrieitt.fo" hansi@altfyrieitt.fo ella fartelefon 504659 og 220660.