Rennibreytin verður liðug í mai

Í dag vóru tey bæði húsini við nýggju rennibreytina og vøllin í Klaksvík reist

Mynd: Klaksvíkar kommuna

Nú verður tað skjótt, at tey í rennifelagnum Treysti og onnur í Klaksvík og Norðoyggjum og tey, sum vitja í Klaksvík, fáa møguleikan at royna seg á nýggju rennibreytini, ið er við at vera liðug í økinum tætt við svimjihøllina, ítróttarhallirnar og fótbóltsvøllin. Umframt rennibreytina er talan um nýggjan fótbóltsvøll, sum rennibreytin liggur rundanum.

 

Í dag skrivar Klaksvíkar kommuna soleiðis:

 

Málhúsið við rennibreytina reist

 

Í dag var hátíðarhald í samband við, at mál- og goymsluhúsið við rennibreytina varð reist. Tað er Kanjon, sum stendur fyri arbeiðinum við rennibreytini og somuleiðis hevur smíðað tey tvey húsini, ið standa millum svimjihøllina og rennibreytina.

 

Ætlanin er, at renniundirlagið og graslíkið skal leggjast í næstum og øll verkætlanin skal handast kommununi mai.

 

Við hesum fær Treysti góðar umstøður at skipa fyri kappingum og øðrum tiltøkum hjá felagnum, skrivar Klaksvíkar kommuna í dag.

 

Mynd: Klaksvíkar kommuna