Rennari skal fáa HM til Onglands

Lord Sebastian Coe, sum vann tvær OL-gull á summarleikunum í Moskva í 1980 er formaður í fyrireikingarnevndini, sum tekur sær av olympisku summarleikunum, sum skulu verða í London í 2012. Nú hevur Sebastian Coe tikið seg úr etisku nevndini hjá altjóða fótbóltssamgonguni, FIFA fyri at kunna stuðla enska fótbóltssambandinum í royndini at fáa HM-endaspælið til Onglands í 2018.

 

- At fingið HM-endaspælið til Onglands í 2018 vildi verið eitt satt hat-trick fyri okkum í Onglandi, aftaná tað hevur eydnast okkum at fáa olympisku summarleikirnar í 2012 og Commonwealth-leikirnar til Onglands í 2014. Eg síggi fram til at spæla ein stóran leiklut í royndini at fáa HM til Onglands. Eg eri ógvuliga hugtikin av fótbólti, og eri glaður fyri at hava fingið hendan møguleikan fyri at standa saman við fleiri stórum fótbóltsspælarum, fyri at kunna vinna Onglandi rættin til at verða HM-vertur í 2018. Sigur Sebastian Coe við BBC.