Renna seg uppundir loftið

Fingu vit arbeitt, sum vit vildu, var tvær ferðir so nógv arbeiði á virkinum, sigur stjórin á rækjuvirkinum á Oyri

 

 

 

, sum skipini hava t.d. í Barentshavinum.

- Kvoturnar í Barentshavinum hava ikki verið gagnnýttar til fulnar leingi, tí vit fáa ikki framleitt vøruna. Tí nyttar lítið at tosa um Barentshavið, sum støðan er,sigur Sofus Poulsen.

-Kundu vit brúkt allan kapasitetin á rækjuvirkinum, hevði tað ikki verið meiri enn at vit kundu útnytta rækjukvoturnar hjá skipunum til fulnar.

Rækjuvirkið á Oyri fær ikki tikið ímóti fleiri bátum fyribils. Føroyingar kunnu ikki útflyta meiri enn 2.000 tons av rækjum til ES og tað loftið rennur virkið seg ímóti í ár.

Sofus Poulsen, stjóri á rækjvirkinum, sigur, at tað hevur verið nógv a t gjørt á rækjuvirkinum í langa tíð nú.

- Síðani í august mánaða hava 70 fólk arbeitt á rækjuvirkinum og arbeitt hevur verið í tveimum vaktum. Hann sigur, at hetta verður støðan árið út.

- Stjórin sigur, at fiskiskapurin hjá føroysku rækjuskipunum hevur verið góður í ár og virkið hevur longu nóg mikið á goymslu til at koma uppundir ES loftið uppá 2.000 tons. Tí ber ikki til at taka ímóti meiri fyribils.

Hann sigur, at hetta er fyrstu ferð, at føroysk skip hava fiskað so væl, at tey einsamøll fáa rækjuvirkið at renna seg uppundir útflutningsloftið.

Men tá ið rækjuvirkið eisini keypti rækjur frá útlendskum skipum, rendi virkið seg upp undir loftið fleiri ferðir.

- Men nú er støðan so tann, at teir føroysku rækjutrolararnir fiska meiri einsamallir, enn kvotuloftið loyvir okkum at flyta út.

-Tað sum vit skulu útflyta útyvir 2.000 tons, skulu vit betala 20% í tolli av, og tað ber slett ikki til.

- Tað leypur ikki so nógv av, at vit kunnu betala 20% í tolli. Kappingin er nógv harðari enn so.

Rækjurnar, sum tey taka ímóti á Oyri, er tað, sum nevnt verður ídnaðarrækjur. Tað eru smáar rækjur, sum tað ganga 200 til 300 av uppá kilo.


Tvær ferðir so høgt

Sofus Poulsen sigur, at fingu tey arbeitt, sum tey vildu á rækjuvirkinum, kundi tey arbeitt 4.000 tons av lidnari vøru á rækjuvirkinum á Oyri.

Sostatt kundi vær ferðir so nógv arbeiði verið á rækjuvirkinum, um ongar útflutningsforðingar vóru.

Tí er tað ógvuliga umráðandi fyri okkum, at loftið á rækjuútflutninginum verður tikið av, ella í hvussu so er hækkað.

-Støðan nú er tann, at vit klára ikki at framleiða tað, sum føroysk skip fiska, og tað er stórt spell.

Men, hvussu tað verður gjørt, er ein politiskur spurningur. Um trupulleikin við útflutingsloftinum tí verður loystur við, at kvotuloftið hækkar, at tað verður tikið burtur, við ES limaskapi, ella onkrum heilt øðrum, vil hann tískil ikki leggja seg út í.

-Men tað besta hevði verið um onki loft var. Í øllum førum skuldi tað verðið hækkað upp í 4.000 tons, tí tað hava vit kapasitet at arbeiða.

Sofus Poulsen sigur, at sum støðan er í løtuni ber tað tað ikki at útnytta allar rækjuvoturnar, sum skipini hava t.d. í Barentshavinum.

- Kvoturnar í Barentshavinum hava ikki verið gagnnýttar til fulnar leingi, tí vit fáa ikki framleitt vøruna. Tí nyttar lítið at tosa um Barentshavið, sum støðan er,sigur Sofus Poulsen.

-Kundu vit brúkt allan kapasitetin á rækjuvirkinum, hevði tað ikki verið meiri enn at vit kundu útnytta rækjukvoturnar hjá skipunum til fulnar.