Renna millum Sørvág og Bø á Vestanstevnu

Í morginári klokkan 11 verður Vestanstevnurenning fyri bæði børn og vaksin.

Byrjað verður við kirkjuna í Sørvági og runnið verður út til Bíggjars og aftur.

– Altíð ein stak vakur túrur, siga fyrireikararnir.

Kappast verður í bólkunum:

Børn upp til 7 ár, 7-10 ár, 10-13 ár

Unglingar gentur og dreingir 14-17 ár

Kvinnur, veteranar og superveteranar og menn, veteranar og superveteranar.

Fyrireikararnir siga, at Frælsi bjóðar frukt og vatn og ein drekkamunn við heimabakaðum køkum afturvið, og at tað ber til at tekna seg á www.Fif.fo ella á staðnum.