Tað gekk striltið, men eftir steðgin glapp tað, og so vann HB í gjár tryggan 3-0 sigur ímóti Skála á útivølli. Trífaldur málskjútti var Øssur Dalbúð, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin og skoraði tríggjar ferðir fyrstu trý korterini, sum hann umboðaði HB.
Úrslitið á Skála ber við sær, at HB framvegis er ósigrað, og at tað eru fýra stig frá toppliðnum og aftur til teir báðu næstu avbjóðararnar – NSÍ og B36.
NSÍ skal seinnapartin spæla grannauppgerð ímóti B68 á Svangaskarði, og B36 eigur seinnapartin heimavøll ímóti TB. Felags fyri NSÍ og B36 er, at tey hava vunnið tríggjar ferðir og tapt einaferð. Felags fyri TB og B68 er, at úrtøkan fyrstu umførini hevur verið soltin – TB hevur fýra stig og B68 hevur tvey stig.
Triðja liðið, sum tað verður roknað við skal kappast við HB um FM, er Víkingur. Felagsliðið hjá teimum í Leirvík og Gøtu skal seinnapartin spæla á útivølli ímóti AB, sum higartil bara hevur vunnið eitt stig og er niðast á støðutalvuni.
Fimti dysturin í hesum umfarinum verður í Fuglafirði, har klaksvíkingar fara á vitjan seinnapartin. Bæði hjá KÍ og ÍF hevur tað fyrstu umførini verið meiri soltið, enn tað kanska varð roknað við, at tað skuldi verða.
Í dag
ÍF-KÍ: Alex Troleis kl. 15.00
B68-NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
B36-TB: Dagfinn Forná kl. 15.00
AB-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 17.15
Støðan
HB 13
NSÍ 9
B36 9
Víkingur 8
KÍ 6
TB 4
ÍF 4
Skála 3
B68 2
AB 1
HB og Skála hava spælt fimm dystir, og hini liðini hava spælt fýra dystir.