renning
Tiltakið er sett á skránna 4. september, og tó at øll eru vælkomin, so minna fyrireikararnir á, at talan er um tunga brekku.
MIF top run varð runnið fyri fyrstu ferð tann 6. september 2003, og renningin má sigast hava vera væl umtókt longu frá byrjan. Heili 35 luttakarir høvdu melda seg til ? og øll gjøgnumførdu renningina. 35 luttakarir er vanliga eitt hampuligt luttakaratal, og tá so eisini Skotland og Føroyar leiktu fótboltslandsdyst um somu tíð, og hesin varð varpaður beinleiðis í út- og sjónvarpi, má sigast, at luttøkan var serstakliga góð. Fleiri av rennarunum høvdu enntá tikið lummaradio við fyri at hoyra dystin undir renningini!
Vinnarin í 2003 hjá monnunum var Sigurð B. Justinussen, sum rann strekkið uppá 46m 15s, og hjá kvinnunum vann Tordis Debes Eiriksfoss við tíðini 1t 03m 50s.
Í mun til flestu aðrar motiónsrennikappingar, har man leggur teinin so slætt sum møguligt, er MIF Ttop runein eyka avbjóðing, við tað at teinurin er lagdur sum ein ?móti brekku-renning?. Renningin byrjar vid Statoilstøðina í Kollfjarðardali (fáar metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (uml. 740 metrar yvir havinum), eitt strekkið uppá 9,8 km.
Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar: Menn undir 40 ár, menn yvir 40 ár, kvinnur undir 40 ár og kvinnur yvir 40 ár, trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki. Teir fýra bólkavinnarirnir fáa eina kontantviðursløn uppá kr. 500,00 frá Føroya Banki. Harafturat verður lutakast, millum tey sum gjøgnumføra, um góðar vinningar frá HD.fo, Hotel Hafnia og øðrum, soleiðis at øll hava møguleika at fáa ein vinning við sær heim.
Tilmelding kann fara fram á netinum, og verður hetta gjørt á www.mjorkadal.com, men tað er eisini møguligt at melda seg til á staðnum, tá renningin fer fram.
Allir luttakarar, sum gjøgnuføra teinin, fáa eftir kappingina handað luttøkubræv.