So var tann, fyri okkum og Føroya land, søguligi dagur her. Tann 27 aug 2020.
Vit hava síðani í desembur 2019 arbeitt við at fáa eina app til lívbjargandi fyrstu hjálp til Føroyar.
Hetta arbeiði hevur gingið væl, og nógv er komi burtur úr. Renn fyri lívi, liggur undir Vága Bjargingarfelag og tískil er tað grundfest undur einum gomlum, sterkum og virknum felag.
Stigtakararnir til “Renn fyri lívi” eru Ragnar Jacobsen, ambulansa viðgerði, Sólfríð Fjallsbak, lækni, Jákup Haraldsen, tilbúgvingarleiðari og Hans Jákup Wang Jacobsen, formaður fyri Vága Bjargingarfelag.
Nógv hevur verið tosað, um at fáa skjótari hjálp til fólk í einu neyðstøðu, og gjørdi hettar at vit fóru undir hettar megnar arbeiði. Alt er ólønt og nógvir tímar eru lagdir í hettar, fyri at fáa hettar til veruleika. Alt arbeiði er møðuligt vegna fíggjarliga latnum stuðuli.
Av stuðlum kunnu nevnast: Betri Stuðulsgrunnurin, LÍV,Føroya Bjór, EUR express, Vestpack, Gummibátatænastan,Motusport, Lions Klub Vágar,KJO og Elektron.
Uttan hesar viðleikararar til fyrstuhjálp, so lat hettar seg ikki gera. Eisini er Føroya Politi og Sjúkrahúsverk Føroyra og kommunurnar við.
Hesum vilja vit veita eina hjartans tøkk!
Tað kemur fyri, at langt er frá sjúkrabili til tann, sum hevur brúk fyri hjálp, og her kemur Renn fyri lívi uppí. Skipanin kemur at vera stýrd frá vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum.
Tað tekur bert 20-25 sek, hjá skipanini, at finna 3 persónar, sum fáa boð um at fara at hjálpa til, inntil fakfólk kemur á staðið. Hesi 3 fólk vera á staðnum, til sjúkrabilur fer av staðnum.
Skipanin og appin skal nú royndarkoyrast, fyri at finna møðuligar feilir og tá alt er klárt, verður skipanin og appin sett í verk fyri alt Føroya land.
Eisini koma vit at veita fyrstuhjálpar skeið til fólk, sum eru knýtt at skipanini.
Øll nýggj kunning, um nær skipanin verður sett í verk og øll kunning annars, kemur at vera á facebook síðuni hjá Renn fyri lívi, sum er á https://www.facebook.com/rennfyrilivi
Her kemur at liggja nógv meir, komandi tíðina, um hvussu ein skal gera og hvat og hvussu, skrivar Renn fyri lívi í tíðindaskrivi.









