Rendu inn í tunnilvegg

Seinasta fríggjakvøld hendi eitt ferðsluóhapp í Norðskálatunlinum sum elvdi til, at tunnilin varð stongdur

FERÐSLA

Hví varð Norðskálatunnilin stongdur í ein góðan tíma seinasta fríggjakvøld?
- Hetta var í samband við, at eitt ferðsluóhapp hendi í tunlinum hetta kvøldið, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Hvat hendi?
- Tað var ein bilur, sum kom inn í tunnilin eystanfyri og rendi inn í tunnilsveggin. Tvey fólk vóru í bilinum. Tey vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar, og fólk hjá Brandstøðini í Havn komu eftir bilinum.
Fingu tey ferðandi nakað mein?
- Vit skiltu, at talan var ikki um álvarsligt mein, men hjálparfólkini tóku kortini tey fyrivarni, sum neyðug eru at taka í slíkum føri.
Hvussu tá?
- Tey ferðandi, sum vórðu flutt á Landssjúkrahúsið, fingu nakkastúttu um nakkan, áðrenn flutningurin byrjaði. Hetta er nakað, sum altíð verður gjørt, tá bilur soleiðis rennur inn í ein tunnilsvegg, sigur vakthavandi.