Rendi tunnilsveggin

Ein persónbilur við tveimum ungum monnum rendi beint eftir middag inn í veggin inni í Leirvíkartunlinum. Álvarsligur mansskaði hendi ikki

Ferðsla

Leirvík:

Í bilinum, sum var á veg til Leirvíkar, vóru tveir ungir dreingir, sum báðir vórðu fluttir á Landssjúkrahúsið beint eftir óhappið. Sum skiltist sluppu teir merkiliga væl frá hendingini, meðan bilurin varð vrak.
Tað hevur ikki borið til at fingið at vita nakað nærri um umstøðurnar, tí eingin á Politistøðini í Runavík sigur seg vita stórvegis meira um málið enn tað, Sosialurin frætti, tá vit komu framvið, beint eftir at bilurin hevði rent inn í tunnilsveggin.
Tó skilst, at rúsdrekka hevur ikki verið uppií, meðan annars er eitt sindur ógreitt, hvat veruliga hendi.