Renault Laguna II ? SmartCard ístaðin fyri billyklar

Nýggi Laguna II er fyrsti bilurin, sum er gjørdur av nýggja sera framkomna menningarsentrinum hjá Renault, Technocentre, uttan fyri París. Tað fyrsta, ein leggur til merkis við Laguna II er, at eitt SmartCard hevur avloyst lyklarnar til hurðar og startlás

 

Nýggi Laguna II er fyrsti bilurin, sum er gjørdur av nýggja sera framkomna menningarsentrinum hjá Renault, Technocentre, uttan fyri París. Tað fyrsta, ein leggur til merkis við Laguna II er, at eitt SmartCard hevur avloyst lyklarnar til hurðar og startlás


?????????????????

Bilar

Magnus Gunnarsson

?????????????????


Renault Laguna II, sum fyrstu ferð varð sýndur fram á altjóða bilaframsýningini í París í september í fjør, er nú komin á danska og føroyska marknaðin. Renault hevur satsað nógv uppá elektronik í nýggja Laguna II. Til dømis er leidningsnetið avloyst av eini multiplex-skipan sum bindur telduskipanina í bilinum saman í einum neti.

SmartCard

Sum eitt lið í multiplex-skipanini er billykilin avloystur av einum elektroniskum korti, SmartCard, ið er á stødd við eitt vanligt kreditkort og verður sett í ein kortlesara í instrumentpanelinum. Tá kortið er góðkent, kann man starta og sløkkja bilin við einum knøtti. Í teimum fínaru útgávunum av Laguna II læsast hurðarnar automatiskt upp og aftur, tá eigarin kemur yvir til, ella fer burturfrá bilinum. Í kortinum goymast upplýsingar um bilin, tað verið seg kilometurtal, brennievnisnýtsla og dekktrýst. Dekktrýstið verður mált av eini skipan, sum er gjørd í samstarvi við Michelin dekkverksmiðjuna.

Turbodiesel og 6 gear

Í fyrstu syftu fæst Laguna II við 4 motorstøddum, bensinmotorarnir eru: 1.6 litur 16V við 110 hk, 1.8 litur 16V við 123 hk, 3.0 litur 24V og 210 hk, og 1.9 dCi turbodiesel við 120 hk, ið var bilurin, vit royndarkoyrdu. Inni í bilinum, sum hevur 6 gear, merkist einki til, at hann var diesel, ongin larmur, er sera kvikur, og kraftar sum ein bensinmotorur. Seinni koma eisini aðrar motorstøddir.

Tryggast í sínum klassa

"Tryggast í sínum klassa" var endamálið hjá Renault, tá teir fóru undir verkætlanina við nýggja Laguna II. Hetta hevur eydnast sera væl, og bilurin fekk herfyri sum tann fyrsti í sínum klassa fimm stjørnur í eini Euro NCAP crashtest. Til dømis hava ABS bremsurnar (Tevis MK60) elektroniska deiling av bremsukraftini(EBV) og AFU-skipanina, sum er tann nýggjasta bremsuskipanin hjá Renault. Laguna II fæst við upp til 8 airbags. Bilurin er rúmligur og koyrieginleikarnir eru sera góðir. Laguna II fæst sum hatchback og sum stationvognur.


Renault Laguna II 1.9 dCi


Motorurin 1.9 litur 4 syl. 120 hk.

turbodiesel v.commonrail

hátrýstinnspræning


0-100 km/t 10.7 sek.


Oljunýtsla 18.2 km/l


Dekkstødd 205/55-16


Stødd og vekt

Longd 457,6 cm

Breidd 177,2 cm

Hædd 142,9 cm

Eginvekt 1300 kg

Totalvekt 1925 kg

Viðførisrúm 430 litrar


Prísur kr. 239.000,-

Laguna 1.6 v/110 hk, úr kr. 189.000,-


Søluumboð VR Bilar

Hoyvíksvegur 61

FO-100 Tórshavn

Tel. 322110