René ársins leikari í Brøndby

René Shaki Joensen er kosin til ársins leikara á U19 liðnum hjá Brøndby. Tað vóru rósandi orð, ið venjarin hevði at bera føroyska U21 landsliðsleikaranum.

 

- Tað kennist fantastiskt, sigur René við portalin í kvøld.

 

René hevur verið fastur maður í miðverjuni á U19 liðnum, sum er á einum fjórða plássi í donsku kappingini.

 

- Eg bleiv eitt sindur rørdur tá eg fekk tað at vita. Venjarin, Mads Davidsen, segði at hann aldrin hevði møtt einum leikara við so sterkari mentalari styrki og sum venur so nógv tá hann annars hevur frí. Tað vísur bara, at tú kanst koma langt við rætta hugburðinum, sigur føroyski U21 landslisleikarin.

 

René fekk debut á Superliga-liðnum hjá Brøndby í hesum kappingarárinum.