René: Jubilsscenan er úr "Fortnite"

(FM1) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við føroyska málskjúttan, René Shaki Joensen

- Hatta var ein "Fortnite"-jubilscena, soleiðis setir føroyski málskjúttin, René Shaki Joensen orð á jubilscenuna, ið hann stóð fyri aftaná hann hevði javnað til 1-1, tá Føroyar og Kosovo leiktu javnleik 1-1 í Nations League dystinum á Tórsvølli fyrr í kvøld.

 

René Shaki Joensen var glaður fyri at skora, og hann var framúr nøgdur við føroyska avrikið í kvøld.

 

Men tá hann frætti, at Aserbadjan og Malta høvdu spælt javnleik 1-1 iðrar hann seg um, at tað ikki gjørdist talan um ein føroyska 2-1 sigur. Ein sigur sum veruliga hevði sent Føroyar inn í oddastríðið í bólki 3 í Nations League 4. deild.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við René Shaki Joensen. 

 

René Shaki Joensen er føroyskur toppskjútti í Nations League við tveimum málum higartil. 

 

HER ber til at hoyra hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá báðum málunum í dystinum.

 

HER ber til at síggja eitt videobrot av vakra málinum hjá René Shaki Joensen.