René glaður fyri Grindavík - ivasamur til Portugal

Rás2: René Shaki Joensen hevur trupulleikar, men vónar at kunna spæla

René Shaki Joensen bleiv í gjár útskiftur, tá Grindavík spældi í íslendsku kappingini. Hann fór av vøllinum í fyrra hálvleiki, tí hann merkti okkurt í baklærinum. Hann er við í Portugal, men tað er ivasamt um hann spælir hóskvøldið.

 

Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg dugi ikki at siga hvussu álvarsamt tað er. Eg føli einki tá eg siti ella gangi, men eg vil ikki taka nakran kjans, sigur René Shaki Joensen.

 

Les eisini: Vit gita liðið til Portugal

 

Føroyski landsliðsspælarin er fegin um skiftið til íslendska Grindavík, tí hann fær álit frá venjaranum og tað mekrir spælitíð.

 

- Eg havi ongantíð spælt fast, tá eg havi spælt uttanlands. Tað geri eg nú og tí umhugsi eg eisini at leingja sáttmálan her. Eg trívist væl og spælararnir tóku væl ímóti mær beinanvegin, sigur René Sahki Joensen.

 

Hoyr eisini René Shaki Joensen seta orð á tíðina, tá hann leitaði sær eftir felagið í Noreg og Ísrael.