Tey sum vóru í Badmintonhøllini leygarkvøldið vóru ikki sørt bilsin, tá ið tey knappliga sóu at AQUA- sangaran Rene Dif kom inn á pallin.
Hann gav okkurt tekin til plátuvendaran Pætur Magnussen, sum beinanvegin fangaði, hvat var á vási, og til frøi fyri áskoðrarnar undirhildu teir báðir við kynstum sínum.
Rene Dif má sigast at vera ein sera dúgligur rappari, og tað eru kanska ikki øll sum vita, at hann var DJ í nógv ár, áðrenn hann gjørdist kendur í pop-bólkinum AQUA.
Bólkur til finaluna
Birita Bisp & Co. blivu nummar 1 í hesum triðja umfarinum í Songrøddini. Á øðrum plássi varð Bára Svabo Samuelsen. Tey hava sostatt tryggjað sær eitt finalupláss hvør, tá ið finalan verður í Badmintonhøllini tann 5.juni.
Tá hava fyrireikararnir tryggja sær, at bólkurin Páll Finnur Páll fer at spæla. Bólkurin hevur ikki spælt so nógv seinastu vikurnar, men teir eru tó at hoyra á útvarpsrásunum, og til finaluna í songrøddin fara teir so at spæla aftur.
Fjórða og næstseinasta innleiðandi umfarið í Ársins Songrødd verður í Badmintonhøllini í Havn leygarkvøldið tann 15.mai.