Remy rakti bullseye á Eplafestivalinum

Dart: Remy G. Hansen gjørdi bart á Eplafestivalinum og vann báðar FM-kappingarnar

2. FM umfarið í dart hevur verið um vikuskiftið. Vertur var Team Sandoy, sum triðja árið á rað legði kappingina sama dag sum Eplafestivalurin er. Stutta yvirskriftin er, at Remy G. Hansen er komin í gongd.

 

27 spælarar meldaðu til kappingarnar hjá monnum, men ongin Jan McIntoch, sum vann báðar kappingarnar í 1. umfari. Í A-Kup kappingini vann Remy G. Hansen 4-1 á Hans Eivind Olsen í finaluni, eftir at hava vunnið á Una Árting í hálvfinaluni. Í B-kup finaluni vann Ólavur Ellingsgaard annað FM umfarið á rað.

 

Í seinnu kappingini, sum verður spæld sum ein steypakapping og ongin er styrkismettur, endaði tað við eini endurtøku av finaluni í A-kup kappingini. Og aftur var Remy G. Hansen stinnari enn Hans Eivind Olsen. Hesa ferð vann Remy G. Hansen 5-2. Í báðum kappingunum hevði Heri Kallsoy fægst pílar við ávikavist 14 og 17.

 

Hjá kvinnunum vóru tíggju spælarar. Annika Joensen, sum spældi á heimavølli, fekk flest FM stig samanlagt. Hon vann seinnu kappingina, emðan hon bleiv nummar tvey í fyrru kappingini, sum Birthe Sikivat vann.