Remis eftir 5 tímar

Fyrsta talvið í HM-dystinum millum Magnus Carlsen og Viswanathan Anand endaði remis.

Fyrsta talvið í HM-dystinum millum Magnus Carlsen og Viswanathan Anand endaði remis. Eftir 48 leikir og gott og væl fimm tímar, samdust spælararnir um remis. Teir fingu tí eitt hálvt stig hvør.

 

Tað var Viswanathan Anand, ið kom betri frá byrja. Magnus Carlsen nýtti nógva tíð til fyrstu leikirnar, meðan Viswanathan Anand sá út til at vera væl fyrireikaður og nýtti stutta tíð.

 

Tað javnaði seg tó út, sum tíðin leið og eina løtu sá út til, at tað indarin kundi enda í tíðarneyð.

 

Báðir telvararnir søgdu seg vera nøgdar við fyrsta talvið. Magnus Carlsen segði seg vera glaða fyri, at vera komnan í gongd, og helt ikki, at hannn kundi gjørt nógv meiri, sum leikur fór.

 

Serfrøðingar meta, at Magnus Carlsen hevur bestu orsøk at vera glaður eftir hetta talvið. Viswanathan Anand hevði hvítt, og hevði tí ein lítlan fyrimun, sum hann tó ikki megnaði at gera sær dælt av. Næstu seks talvini hevur Viswanathan Anand einans hvítt tvær ferðir, so serfrøðingar meta, at hann ergrar seg um, at hann ikki fekk meiri burtur úr talvinum í dag.