Rembrandt, sæddur og stolin...

Filmsfelag Norðurlandahúsins KLIPP sýnir mikudagin 12. november klokkan 20 annan filmin í røðini henda veturin. Hesin filmur er danskur og ber heitið "Rembrandt".

Bæði ummælarar og áskoðarar hava tikið serstakliga væl ímóti hesum filmi.
Filmurin fekk fyri stuttum sonevndu Zulu Award, sum sjónvarpsstøðin við sama navni hjá TV2 letur á hørjum ári. "Rembrandt" varð kosin ársins besti filmur, har eisini besti mannligi leikarin, Lars Brygman, varð funnin.
Tað er Jannik Johansen sum hevur gjørt eina bæði hugvekjandi og stuttliga søgu úr stórsta listarliga ráninum í Danmark, tá ein Rembrandtmálningur varð stolin. Filmurin lýsir fyrst og fremst faðir og son, sum eru við í hesum margháttliga ráninum.
Hetta er fyrsti filmurin hjá unga Janniki Johansen. Áður hevur hann gjørt vælumtóktu sjónvarpsrøðina "Edderkoppen". Í nýggja filminum "Rembrandt" síggjast fremstu donsku filmsleikarar beint nú og helst er tað orsøkin til, at hetta er best umtókti filmurin á móðirmálinum í donsku biohallunum, har ein fjórðingsmillión áskoðarar longu hava sæð hann.
Filmurin "Rembrandt" verður sýndur í Norðurlandahúsinum 12. november.