Tað er væl trúligt, at uppundir løgtingsvalið er tað ein styrki hjá Javnaðarflokkinum, at Aksel V. Johannesen hevur útihýst møguleikanum fyri at fara í samgongu við Fólkaflokkin.
Tað heldur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, nú hann hevur greinað seinastu veljarakanningina hjá Gallup. - Men eftir valið kann tað saktans vísa seg at vera ein veikleiki, leggur hann afturat.
Les eisini: Veljarakanning reisir áhugaverdar spurningar
Hann staðfestur, at minst tveir av stóru flokkunum skulu til fyri at skipa samgongu. Eftir seinastu veljarakanningini hjá Gallup, verður Sambandsflokkurin ov lítil. - Og tá ið Fólkaflokkurin er avskrivaður, er bara Tjóðveldi eftir, sigur Helgi Abrahamsen.
- Hetta kann verða ein trupulleiki hjá einum floksformanni, sum eisini hevur boðað alment frá, at undir hansara leiðslu verður Javnaðarflokkurin ein samríkjaflokkur.
Hinvegin er Helgi Abrahamsen eisini sannførdur um, at eftir 12 ár í andstøðu, fer Tjóðveldi, ikki í eina samgongu, sum ikki tekur stór stig á fullveldisleið.
- Tá ið nú Aksel Johannesen hevur fráboðað, at hann fer ikki í samgongu við Fólkaflokkin, verður hann eisini noyddur at boða líka greitt frá, hvussu langt hann vil fara á fullveldisleið saman við Tjóðveldinum.
Les eisini: Føroyingar vilja hava andstøðuna aftur til valdið
Helgi Abrahamsen staðfestir, at Tjóðveldi hevur ikki avskrivað at samstarvað við nakran flokk. Men hann hevur varhugan av, at Tjóðveldi og Fólkaflokkurin sita ikki væl um sátt í løtuni.
- Aftur her kann fráboðanin hjá Akseli Johannesen um at útihýsa Fólkaflokkin fáa týdning. Fólkaflokkurin endar næstan altíð í samgongu, og tá ið nakrir fáir mánaðir í 2008 ikki verða taldir við, hevur hann sitið í samgongu út í eitt hesi seinastu seinastu 18 árini.
Les eisini: Aksel og Poul samdir um skattalætta
- Fólkaflokkurin er í teirri støðu, at Javnaðarflokkurin hevur avskrivað, og verður Sambandsflokkurin ikki størri enn tað sum veljarakanningin vísti, hevur Fólkaflokkurin bara ein møguleika, og tað er at fara í eina fullveldissamgongu saman við Tjóðveldi.
Les eisini: Fólkaflokkurin skal ikki við
- Tjóðveldi skal tí velja millum samríkispolitikk saman við Javnaðarflokkinum ella fullveldispolitikk saman við Fólkaflokkinum.
Les eisini: Fullveldissamgona er ein møguleiki
- Sostatt kann fráboðanin hjá Akseli Johannesen um at útihýsa Fólkaflokkin, vera beinleiðis orsøk til, at vit fáa eina fullveldissamgongu millum Tjóðveldi og Fólkaflokkin, meðan Javnaðarflokkurin sum størsti flokkur endar í andstøðu, sigur Helgi Abrahamsen.
|