Reka hana inn á Hvannasund

Grindin sum varð funnin í Svínoyarfirði fyri einum lítlum tíma síðan verður væntandi rikin inn á Hvannasund. Tað upplýsir Jóan J. Heinesen, grindaformaður á Viðareiði.


- Vit tora ikki at siga nakað tal, men talan tykist at vera um eina stóra grind. Tað var ein bátur úr Havnini, ið fann grindina í Svínoyarfirði. Fleiri skjóttgangandi bátar eru farnir út til grindina, og ætlanin er at reka hana inn á Hvannasund, sigur Jóan J. Heinesen.


Grindaformaðurin metir, at tað fer at taka einar ein til tveir tímar áðrenn grindin leggur beinini.