Grindin, sum var funnin í Oyndarfirði fyri løtu siðani, liggur nú púra still beint við báthylin í Oyndarfirði. Avgerð er tikin um at reka hana á Fuglafjørð, upplýsir grindaformaður Jóhann Clementsen.
Hann sigur, at talan er um 30-40 hval.
Beint nú eru tríggir bátar hjá grindini, og teir bíða nú eftir, at fleiri bátar koma til. Tá verður byrjað at reka grindina til Fuglafjørð.