Reistu aftur hús í morgun

Aftur í morgun kundu fólk í staðfesta, at menning er í bygdini, nú enn eini sethús vórðu reist.

Seinastu árini eru mong sethús bygd í Sandavági. Kommunan tók fyri nøkrum árum síðani avgerð um at stykkja fleiri øki út á einum staði, tey kalla í Sørpum.

Síðani hava fleiri fólk sett føtur undir egið borð á hesum staði. Og tað nærkast nú aftur hjá í næsta, tí í morgun vórðu aftur eini sethús reist á hesum staði.

Sambært heimasíðuni hjá sandavágsmanninum, Jóanisi Nielsen - www.joanisnielsen.fo - eru ikki so nógv grundøkir eftir í Sørpum.

- Tað eru nú fleiri enn 40 hús í nýggja býlinginum Norði í Sørpum, veit heimasíðan at siga.

(Mynd: joanienielsen.fo)