Reisir nú bíðilistan hjá Bústøðum politiskt

Tingmaður vil vita, um ætlanin er at broyta mannagongd, so at fólk, ið ikki eiga bústað frammanundan, sleppa framum á bíðilistanum hjá Bústøðum.

 

Tað er Sólvit Nolsø, løgtingsmaður fyri Framsókn, sum hevur reist málið í einum grein 52a spurningi til Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu.

Tingmaðurin spyr soleiðis:

1. Er ætlanin at broyta mannagongd, so tey, ið ikki eiga bústað frammanundan, sleppa framum á bíðilistanum hjá Bústøðum?

2. Hvussu nógv fólk standa á bíðilistanum hjá Bústøðum?

3. Hvussu nógv minkaði bíðilistin hjá Bústøðum í 2023?

Í viðmerkingum til spurningin sigur vísir tingmaðurin á, at fleiri fólk í bestu árum hyggja til okkara grannalond heldur enn Føroyar at búseta seg.

– Tað  er  ein  trupulleiki,  sum  vit  eiga  at  taka  í  størsta  álvara,  tí tað  kann  geva stórar trupulleikar seinni, um stórir partar av árgangum velja at búseta seg aðrastaðni, sigur hann.

Ein avbjóðing, sum er partur av ítøkiliga trupulleikanum, er tørvurin á bústøðum.

– Felagið Bústaðir er okkara bústaðarpolitiska amboð. Hundraðtals íbúðir eru komnar frá felagnum, og fleiri eru á veg, og Bústaðir hava tænt bústaðarmarknaðinum væl, vísir hann á.

– Men spurningurin er, um tíðin ikki er komin at hava eitt orðaskifti, um Bústaðir ikki skuldu málrættað, hvønn bygt verður  til. Eitt  nú gera Bústaðir  ikki  mun  á  fólki,  sum standa  á  bíðilistanum. Stendur  tú  ovast  á  listanum,  fær  tú  eina  íbúð  bodna.  Tað  er lættasti máti, men spurningurin er, um tað eisini er rættasti máti, sigur Sólvit Nolsøe, sum tí vil hava landsstýriskvinna at svara uppá, um ætlanin er at broyta mannagongd, so tey, sum ikki  eiga  hús  ella  íbúð  frammanundan,  verða  tikin  framum  tey,  sum  eiga bústað frammanundan.