Reisigildi á Tvøroyri í dag

Um ársskiftið sleppa nógv fleiri børn afturat í barnagarð á Tvøroyri

Í dag var reisigildi á Tvøroyri, og tað er arbeiðið at byggja nýggjan barnagarð, sum er komið so mikið langt, at bygningurin er reistur.

Tvøroyrar býráð sigur í einum skrivi í morgun, at arbeiðið hevur gingið væl, hóast tey hava verið nakað darvað av veðri. Men nú hann er reistur, verður alt fyri eitt farið undir at gera hann lidnan.

Núverandi barnagarður varð tikin í nýtslu í 1990, men í 2017 samtykti núverandi býráð, at byggja nýggjan barnagarð.

Í dag ganga 52 børn í barnagarð á Tvøroyri, og tá útbyggingin er liðug, er pláss fyri 52 børnum afturat, og nýggi barnagarðurin verður liðugur at taka í nýtslu um ársskiftið.

Útibarnagarðurin verður eisini knýttur at barnagarðinum, og har verður pláss fyri 20-35 børnum.

Býráðið sigur, at stórur tørvur er á at fáa nýggjan dagsstovn til børn, tí tilsamans standa 38 børn á bíðilista. Av teimum standa 26 børn á bíðilista til at sleppa í vøggustovu og 12 børn eru á bíðilistanum til barnagarð.