Í morgin klokkan 15 verður hátíðarhald í Skúladeplinum í Hovi, í sambandi við at bygningurin verður reistur. Kristina Háfoss, landstýriskvinna í mentamálum verður til staðar. Umframt landsstýriskvinnuna fara eisini umboð fyri næmingaráðið í Miðnámsskúlanum og Heilsuskúlanum í Suðuroy at flyta fram røðu.