Nýggi handilsbygningurin hjá Heðini Zachariassen við Norðskála verður reistur í dag. Heðin Zachariassen er borgarstjóri í Sunda kommunu og vinnulívsmaður.
Hann og konan eiga frammanundan handilin Brá, og nýggi handilsbygningurin, sum verður reistur í dag, verður bygdur upp í klædnahandilin Brá.
Heðin Zachariassen hevur áður upplýst, at tey fara at leiga nýggja handilsbygningin út. Og greitt er, at tað er verður matvøruhandilin Á, sum leigar seg inn í umleið 1000 fermetur stóra bygningin.
Samstundis sum Á-handilin bíðar eftir, at bygningurin verður liðugur og tey kunnu byrja sítt virksemi við Norðskála, byggir Bónus handilin í sama handilsøki út. Fyrr var eyðkendi Inn-bygningurin gulur, men nú Bónus hevur tikið yvir, er líkt til, at handilin verður svartur. Harumframt verður handilin bæði um- og útbygdur nú.
Sostatt fáa fólk í Sundalagnum tvinnar handilsmøguleikar, tá tað kemur til gerandisvørur, tá Bónus er liðugt við sínar um- og útbyggingar, og Á-handilin sleppur at lata upp í bygninginum hjá Heðini Zachariassen.










