Reint aliumhvørvi er best fyri samfelagsbúskapin

Í spurninginum um at fáa besta prísin fyri fiskin draga alararnir og tað almenna somu línu, heldur Guttormur Djurhuus

Aling
Jóanes N. Dalsgaard

Í seinasta nummari av blaðnum Alitíðindi, sum P/F Fiskaaling gevur út, skrivar Guttormur Djurhuus, sum starvast á Havfrøðiligu Royndarstøðini í Kaldbak, áhugaverda grein, um árin av aling á sjónum. Í greinini kemur m.a. fram, at ongar avmarkingar eru áettar frá almennari síðu fyri, hvussu illa eitt alibrúk má dálka.

Munur ímillum árin og dálking
Guttormur Djurhuus skilir ímillum árin og dálking. Alt virksemi hevur árin á umhvørvið, so ella so. Men árinið er skaðiligt tá tað hóttir vistfrøðiligu skipanina í umhvørvinum. Hetta hendir t.d. tá dálkingin frá einum alibrúki er so stór, at alt lív á botninum undir brúkinum doyr.
Guttormur Djurhuus nevnir, at ein álvarsligur vandi við dálking frá alibrúkum er, at tann sonevndi skeggmaðkurin doyr. Skeggmaðkurin hevur sama týdning fyri havbotnin, sum reyðmaðkurin hevur fyri bø og haga.

Fleiri dálkingarkeldur
Dálkingin frá alibrúkum hevur ymsar keldur. Partvíst er talan um køvievni og fosfor, sum kemur frá táknunum á fiskinum. Partvíst er talan um fóður, sum ikki verður etið. Partvíst er talan um fisk, sum doyr og liggur og rotnar í botninum í alinótini. Og endiliga er talan um skarn frá fiskinum.
Tá umræður køvievni og fosfor frá táknunum á fiskinum ber ikki til at avmarka dálkingina. Útskiljingin av hesum evnum er ein náttúrligur partur av andingini hjá fiskinum. Harafturímóti ber til at avmarka bæði fóðurspill og nøgdirnar av skarni, eins og trupulleikan við deyðum fiski í nótunum

Betri fóður
Arbeitt hevur verið miðvíst fram ímóti at betra bæði fóður og fóðurhátt. Tað, sum umræður, tá fóðurspillið skal minkast er, at fiskurin etur alt tað fóðurið, sum verður givið. Jú størri part av fóðurinum fiskurin etur, tess minni fer til botns. Hetta er bæði ein spurningur um, hvussu skjótt fóðurið søkkur og ein spurningur um at fóðra júst so nógv, sum verður etið. Guttormur Djurhuus staðfestir, at fóðurspillið er ógvuliga lítið í dag, sammett við fyri nøkrum árum síðani. Hann sigur, at meðal fóðurspillið í dag liggur um 0,1 kg fyri hvørt kg livandi vekt av framleiddum fiski.

Meira gagn, minni skarn
Nøgdirnar av skarni eru tengdar at, hvussu stóran part av fóðurinum fiskurin gagnnýtir. Guttormur Djurhuus veit, at fóðurframleiðarar hava gjørt eitt stórt arbeiði til tess at menna fóðursløg, sum í mestan mun fara til vøkstur í fiskinum og í minst møguligan mun kemur út aftur sum skarn. Hann sigur, at hetta arbeiðið hevur eydnast so væl, at í praksis ber til at siga, at gagnnýtslan av fóðurinum, sum fiskurin etur, er 100%. Hetta merkir við øðrum orðum, at eitt kg av fóðuri gevur eitt kg av livandi fiski.

Reint umhvørvi gevur góðan prís
Hvat viðvíkur trupulleikanum við deyðum fiski, so kann hann undir vanligum umstøðum loysast við at reinska nótirnar javnan.
Guttormur Djurhuus sigur, at reint umhvørvi gevur frískari fisk. Frískur fiskur skal ikki hava heilivág, og lítil ella eingin heilivágsnýtsla er góð fyri umdømið hjá alivinnuni. Í seinasta enda gevur hetta betri prís fyri alda fiskin.

Alment eftirlit, men ongar reglur
Guttormur Djurhuus heldur, at í spurninginum um at fáa besta prísin fyri fiskin draga alararnir og tað almenna somu línu. Kortini heldur hann, at tað almenna eigur at hava eftirlit við, at samsvar er ímillum almennu umhvørvisásetingarnar og støðuna á einstaka alibrúkinum. Við at lata privatum loyvi at ala fisk á sjónum, hevur tað almenna, við ávísum treytum, latið ræðisrættin yvir hesum tilfeingi frá sær. Treytirnar frá tí almenna snúgva seg m.a. um, at ávirkanin á umhvørvið skal haldast innanfyri ávíst mark. Men hvar hetta markið skal vera, hevur tað almenna tó ikki ásett enn, sigur Guttormur Djurhuus í blaðnum Alitíðindi nr. 1 2002.