Reinsast eftir fergueld

Einkjan eftir mannin, sum fekk skyldina fyri Scandinavian Star-eldin, men seinni varð fríkendur, ætlar at krevja endurgjald.

Einkjan eftir mannin, sum fekk skyldina fyri Scandinavian Star-eldin, men seinni varð fríkendur, ætlar at krevja endurgjald.

 

Tá eldur kom í donsku ferguna, Scandinavian Star, tann 7. apríl, tá hon var á veg úr Fredrikshavn til Oslo, doyðu 158 fólk, men enn er ikki uppklárað, hvør kyndi eldin, ið elvdi til syrgiligu vanlukkuna.

 

Leingi gav norska politiið, sum viðgjørdi málið, einum donskum lastbilførara skyldina fyri eldin, men ikki fyrr enn í fjør tók politiið aftur skuldsetingarnar.

 

Lastbilførarin doyði sjálvur í vanlukkuni, og nú er einkjan farin at kannað møguleikarnar fyri at fara fyri ein norskan dómstól fyri at fáa endurgjald og eina almenna umbering.

 

- Eg havi altíð viljað fingið mann mín reinsaðan fyri ákærurnar, tí hann eigur ikki at bera skyld fyri nakað, hann ikki hevur gjørt, sigur einkjan við donsku avísina, Politiken.