Reinsaður fyri allar skuldsetingar

Verjin sigur, at tá hann ringdi til mannin, sum nú er til fiskiskap umborð á einum trolara, gjørdist hann sjálvsagt ógvuliga glaður um boðini.

Ungi grønlendingurin, sum hevur verið undir illgruna fyri at eiga leiklut í tí, sum hendi íslendsku gentuni, Birnu Brjánsdóttir, er nú fullkomiliga reinsaður. Umrøddi maður er tann, sum varð leyslatin og slapp heim aftur til Grønlands.

 

Hann var eisini ein av manningini umborð á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, sum lá á Hafnarfirði í Íslandi, tá Birna Brjánsdóttir hvarv.

 

Verjin hjá manninum, Unnstein Örn Elvarsson, sigur við grønlendsku heimasíðuna - www. sermitsiaq.ag - at hann seinasta fríggjadag fekk boð um, at íslendska løgreglan nú fullkomiliga hevur slept seinastu lutunum í skuldsetingini móti manninum.

 

Fyri einum mánaði síðan gjørdi íslendska løgreglan av at leyslata mannin, samstundis sum hann hevði rættindi hjá skuldsettum. Við rættindum sum skuldsettum hevði hann framvegis havt rætt til verja, um íslendska løgreglan skuldi havt brúk fyri at drigið hann inn í málið aftur.

 

Men, nú hevur íslendska løgreglan tikið seinastu løgfrøðisligu skuldsetingina aftur. Verjin sigur, at tá hann ringdi til mannin, sum nú er til fiskiskap umborð á einum trolara, gjørdist hann sjálvsagt ógvuliga glaður um boðini.

 

Ákærurit er nú skrivað í samband við hin grønlendingin, sum situr í íslendskum fongsli, og ákæran snýr seg um manndráp, eins og viðkomandi eisini er ákærdur fyri at hava roynt at smuglað 20 kilo av hasji umborð á trolaranum, Polar Nanoq.