Reinsa oyru, vaksinera og avlíva djór

Frensar verða geldir, hundar vaksineraðir, tenn og oyru hjá smádjórum verða reinsað, og djór verða avlívað. Olav Schneider hevur vitjað á Djóralæknastovuni

Á klinikkini hjá Lars og Signari í Eysturbýnum í Havn fara fólk og djór um dyrnar allan dagin. Teir báð­ir djóralæknarnir hava nógv at gera. Teir taka sær av øllum djórum frá dvørg­hamstar­um til Newfound-lend­ar­ar, sum viga 100 kg.
Hundar og frensar verða geldir. Kett­ur, hamstarar, kaninir, hundar, mar­svín og onnur smádjór verða við­gjørd fyri ymsar sjúkur. Hundar verða vaksineraðir, og kettur og hund­ar, sum skulu av landinum, fáa eina røð av vaksi­na­tión­um og eitt se­r­ligt vaksi­na­tións­pass – tað krevja myndug­leikarnir.
Brotnar mjadnar og brotin bein verða sett saman aftur, og ormaviðgerð verð­ur givin.
Hjá øðrum smádjórum verða tenn og oyru reinsað og neglirnar kliptar.
Fólk koma við djórum, sum skulu kannast fyri okkurt álvarsligt t.d. krabba. Djórini verða kannað í rønt­gen, skannara ella við ultraljóði, og blóð­roynd­ir verða tiknar. Onkur teirra ko­ma ikki út aftur úr klinikkini á lívi.
Ofta koma fólk tey tungu spor fyri at fáa djór síni avlívað.
Lars og Signar ferðast um alt landið. Sum oftast fara teir út til neyt og ross, sum av góðum grundum ikki kunnu fá­ast á klinikkina. Teir kanna djórini, við­gera tey og geva heilivág. Í dag fækkast neyta­fjós­ini, so tað eru mest tey stóru fjós­ini, sum teir vitja. Teir fara sjáldan út til seyð.