Jens Petersen, leiðari á deildini, sigur, at endamálið við at leiga bilar út er bæði at útvega bilar í samband við bilsakn, í samband við tryggingarskaðar, og til vanliga útleigan av bilum.
Bilarnir, sum verða leigaðir út, eru nýggir, væl røktir, reinir, og altíð í góðum standi.
Talan er um Ford Connect, Ford Focus og Ford Ka.
P/F Wenzel hevur eisini útleiðing av bilum á deildini í Klaksvík.
Áðrenn bilarnir verða leigaðir út, skal leigusáttmáli undirskrivast og koyrikort skal fyriliggja.
Áhugaði eru altíð vælkomin at seta seg í samband við okkum á telefon 354525 ella 554525, sigur Jens Petersen, leiðari á Bilútleigan hjá P/F Wenzel.