Reingering í 20 ár

6. juni varð fyritøkan Fa. Reingering í Havn 20 ár.

Tað var 6. juni 1983, at Mary Slættanes í Havn stovnaði vaskifyritøkuna Fa. Reingering. Mary er ættað frá Gjógv, dóttir Hansinu og Oliver Debes. Familjan flutti til Havnar í 1956.
Hugskotið fekk Mary, tá systir hennara spurdi hana, hví hon ikki bara fór at vaska, tá henni dámdi so væl at vaska. Hon byrjaði í smáum. Á veg út til fyrsta kundan fór hon inn í ein handil í Havn og keypti síni fyrstu vaskiamboð. Hetta var 6. juni 1983, og hon goymir enn kekkin, sum hon fekk fyri tað arbeiði. Fyritøkan vaks skjótt, seinni í 80-unum hevði hon umleið 30 fólk í starvi. Hon keypti sær eini hús í Dalatúni í 1989 og eitt vaskarí í Mykinesgøtu í 1991. Men so kom kreppan, og tað sum skjótast bleiv spart burtur varð reingerðingin. Í kreppuárunum vóru tey einans 9 starvsfólk. Í 1995 bleiv vaskaríið í Mykinesgøtu selt. Síðan tá hevur alt virksemi verið í Dalatúni, og fyritøkan skifti navn til Vaskarí & Reingering. Í 1998 yvirtók sonurin, Jóannes Slættanes, fyritøkuna. Í dag arbeiða 15 fólk í fyritøkuni.