Tá ið tað nú um dagarnar verður fokuserað so nógv upp á fortíð løgmans, kundi eg hugsað mær at gjørt eina viðmerking - ikki til forsvar fyri løgmann ella nakran, ið kundi hugsast at havt eina »ivasama fortíð«. Heldur ikki ætli eg mær at grava í fortíðini hjá nøkrum.
Tjóðveldisflokkurin proklamerar stórt í hesum døgum, at teir á tingi eru garantar fyri politiskum reinføri, so í fortíðini hjá tingmanning Tjóðveldisfloksins er neyvan nakað at grava eftir, og tað eiga vit at gleðast um.
Og um so var, at onkur tjóðveldismaður onkuntíð, fyri 10, 20 ella 30 árum síðani, skuldi havt traðkað skeivt, og okkurt skuldi verið at farið eftir, so tænti tað neyvan nøkrum endamáli at rivið upp søk. »Tann, ið dylur misgerð, søkir kærleika, men tann, ið rívur upp søk, skilir vin frá vini.« (Orðt., 17.9)
Ein ivasom fortíð kann vera tyngjandi. Men ein ivasom fortíð er ikki so nógv at ræðast sum ein ivasom nútíð, sum kann føra til eina meir ivasama - fyri ikki at siga - óhugnaliga framtíð.
Tá ið eg sigi hetta, so hugsi eg um, at tjóðveldismenn í sama andadrátti, teir proklamera sítt reinføri, proklamera sín stuðul á tingi til bæði líkt og ólíkt - kanska mest ólíkt. Og tá ið eg sigi tað, so vita øll, sum hava lisið bløðini ta síðstu tíðina, hvat eg meini við. Eingin flokkur hevur sum Tjóðveldisflokkurin víst sín stuðul til slíkt, sum bæði er abnormt og óføroyskt.
Eg ræðist nógv verri eina framtíð við Tjóðveldisflokkinum enn fortíð løgmans.