Portalurin skrivaði fyrr í vikuni, at Reina er áveg úr Liverpool. Millum annað danska málmanskempan, Peter Schmeichel, skal sambært soccernet.com hava sagt, at Reina møguliga er ávegis til Manchester United. Eisini skrivaði Daily Mirror, at Reina skal hava sagt venjarunum, Roy Hodgson frá, at hann ikki er sinnaður at halda fram í Liverpool.
- Eg havi lisið søgurnar í bløðunum, men tær eru ósannar. Eg havi ikki sagt venjaran, at eg ikki eri sinnaður at halda fram. Eg tosaði við leiðsluna fyri kortum og mær dámdi væl tað teir søgdu. Tað er týdningarmikið, at Liverpool viðhaldsfólkini vita hetta, sigur Reina við almennu heimasíðuna hjá Liverpool.
José Manuel Reina er 28 ára gamal og hevur sáttmála við Liverpool til 2016. Hann hevur spælt 193 dystir fyri Liverpool.
Premier League í vikuskiftinum:
Leygardagin:
Aston Villa - Manchester United
Manchester City - Birmingham
Newcastle - Fulham
Tottenham - Blackburn
West Ham - Blackpool
Wigan - WBA
Wolverhampton - Bolton
Stoke - Liverpool
Sunnudagin:
Everton - Arsenal
Chelsea - Sunderland