Jákup av Skarði
At seta 62 milliónir ov nógv í eina tunnilsverkætlan, heldur enn at nýta hesar pengar til tvær aðrar neyðugar verkætlanir, er rein provokatión.
Tað kann væl vera, at fomaðurin í fíggjarnevndini skal pleyga sínar veljarar, og tað er helst eisini upp á tíðina, at vegasamabandið verður dagført norðuri í lokala umhvørvinum. MEN! At vraka eina loysn, bara fyri at sleppa at nýta 62 milliónir óneyðugt, tað er at halda okkum onnur fyri spott!
Hasar milliónirnar kundu bygt nýggja ferju at røkt samferðsluna um Nólsoyarfjørð, og milliónir høvdu harafturat verið í avlopi til at sett gongd á atløguviðurskiftini í Skúgvi. Allar oyggjarnar verða - tíbetur - ikki knýttar í vegasamband, og vit, ið hava valt at búgva og at byggja hús úti á lítlum plássi, hava tørv á tryggum sambandi til meginøkið, tó at tað ikki endiliga skal verða vegasamband.
Kanska gera politikkarar sær ongar ætlanir við oyggjunum, har neyðugt er at sigla til? Kanska eru orðingarnar um bygdamenning og oyggjasamfelag enn bert ífylluorð uppundir hvørt einasta val? Kanska er ynski at forkoma øllum møguleikum at seta seg niður og trívast á smáu føgru oyggjum okkara?
Góðu politikkarar. Var ætlanin at provokera, so eydnaðist tað. Var ætlanin at niðurgera, so eydnaðist tað eisini. Men var ætlanin at hetta skuldi henda uttan aftursvar, so mugu tit leggja nýggjar ætlanir! Hvørja ferð tit finna upp á slíkt humbug, mugu tit eisini taka ímóti aftursvari! Tað skal hvørki vegur ella tunnil til fyri at fólk fylgja við í málunum, tit royna at fløkja saman.
Ansið betri eftir okkara pengum og gerið íløgur, ið røkka longri enn tykkara egna lokala umhvørvi!
Setið dagfestingar á nær nýggja ferjan røkir farleiðina um Nólsoyarfjørð! NÚ!










