Reiley skal syngja kærleikslovsongin »Breaking My Heart«, og tað endurspeglar eisini útsjond hansara á grønbláa leyparanum. Reiley var í ljósareyðum búna, glitrandi toppi, hjartaformaðum ballónum í aðrari hondini og eini hjartaformaðari tasku og sleikisneisum í hinari hondini. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Reiley: Boðskapur mín er kærleiki

Føroyski Reiley er klárur til Eurovision, har Danmark stríðist fyri fyrsta finaluplássi síðani 2019

 

Reiley skal syngja kærleikslovsongin »Breaking My Heart«, og tað endurspeglar eisini útsjond hansara á grønbláa leyparanum. Reiley var í ljósareyðum búna, glitrandi toppi, hjartaformaðum ballónum í aðrari hondini og eini hjartaformaðari tasku og sleikisneisum í hinari hondini. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Sum siður er var grønblái leyparin rullaður út tá árins Eurovision lat upp í dag.

Eftir honum komu spákandi allir teir 37 luttakandi tjóðirnar. Aðru megin stóð heimspressan, meðan viðhaldsfólk stóðu hinu megin og fagnaðu eurovision-luttakarunum.

Í fólkamongdini veiftraði eisini føroyska flaggið, Merikið, og danska Dannebrog til heiðurs fyri donsku Eurovision-vónini, føroysku TikTok-stjørnuni Reiley.

– Hetta er ógvuliga crazy. Tað minnir ikki um nakað, sum eg havi roynt áður, sigur Reiley, sum skiftir ímillum at tosa danskt og enskt.

– Eg royni líkasum bara at huga mær.

 

##med2##

Reiley fer at syngja kærleikslovsongin »Breaking My Heart«. Tað endurspeglaði eisini útsjónd hansara á grønbláa leyparanum. Reiley var í ljósareyðum búna, glitrandi toppi, hjartaformaðum ballónum í aðrari hondini og eini hjartaformaðari tasku og sleikisneisum í hinari hondini.

– Boðskapur mín er kærleiki. Tað er bara kærleiki. Og at vera í felag um tónleikin, segði Reiley.

Eftir at »Breaking My Heart« vann donsku hjørtuni við ársins melodigrandprix i februar, skal lagið nú royna at sannføra evroparnar.

Men í løtuni sær ikki so ljóst út. Tí fleiri oddsetarar eru ikki ein gong vísir í, at hann røkkur til finaluna, tí har er bara pláss fyri 26 tjóðum.

Danmark hevur ikki verið í finaluni síðani 2019.

 

##med3##

– Tað er ógvuliga trupult at siga nakað um tað frammanundan, so vit fáa at síggja, sigur Reiley – og leggur afturat:

– Í dag snýr tað seg bara um at njóta løtuna og hava tað stuttligt, tí í næstu viku verður tað crazy. Men eg havi góðar vónir, sigur hann.

Teir 37 sangirnir verða skerdir niður til 26 eftir tvær hálvfinalur. Reiley skal syngja fyri einum plássi í finaluni hósdagin. Tann fyrra hálvfinalan verður týsdagin.

Ta- er bretski stórbýurin Liverpool, sum er vertur fyri aljtóða sangkappingini vegna krígsrakta Ukraina, sum vann Eurovision í fjør.

Tað hoyrdist eitt brøl á torginum framman fyri listagallaríið Walker Art Gallery, har setanin var, tá ukrainski luttakarin, duoin Tvorchi, var at síggja.

Men tað sum fólk høvdu størstan áhuga fyri var svenska superstjørnan, Loreen.

Songkvinnan brúkti tímar at ganga á leyparanum, tí nógv gjørdu samrøður við hana og tí viðhaldsfólkini flokkaðust um hana.

Loreen vann Eurovision í 2012 og roynir nú enn einaferð at vinna – sum bookmakararnir eisini spáa.

/ritzau/

 

##med4##

 

Reiley skal syngja kærleikslovsongin »Breaking My Heart«, og tað endurspeglar eisini útsjond hansara á grønbláa leyparanum. Reiley var í ljósareyðum búna, glitrandi toppi, hjartaformaðum ballónum í aðrari hondini og eini hjartaformaðari tasku og sleikisneisum í hinari hondini. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Aftan fyri listafólkanavnið Reiley er havnardrongurin Rani Petersen. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix  

Reiley kemur til grønbláa leypararan til setanina av Eurovision 2023. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

 Stórfavoritturin Loreen til ársins Eurovision. - Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix