Reiðarar og skiparar samdir um nýggjan sáttmála

Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag hava góðtikið semingsuppskotið frá Semingsstovninum

Formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, og formaðurin í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Jens Meinhard Rasmussen, taka lógvatak eftir at sáttmálin er undirskrivaður

Í dag hava Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag sagt ja til semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fram fyri pørtunum mánakvøldið.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 4,32% fyrsta árið og 3,87% annað árið.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.

 

Formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Annfinnur Garðalíð, og formaðurin í Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Jens Meinhard Rasmussen, taka lógvatak eftir at sáttmálin er undirskrivaður