Reiðskapur til fátækar fiskimenn

Vit hava spurt Jack Thomsen, sum er við í verkætlanini í Eritrea ”Hjálp frá fiskimanni til fiskimann”, hvørjum reiðskapi hann sóknast eftir í Føroyum til fátøku fiskimenninar í Eritrea?

- Vit sóknast eftir brúktum hondsnellum, brúktari línu og hava eisini áhuga at hoyra frá fólki, sum vilja lata teinar og lodd fyri ein bíligan penga.

Nær verður reiðskapurin sendur avstað?

- Ætlanin er, at ein bingja við reiðskapi skal sendast avstað í februar, og síðan fara Knud Andersen, sum umboðar felagsskapin ”Levende hav”, og eg niður aftur til Eritrea í mars at læra fiskimenn at brúka reiðskapin.

Hvagar kunnu fólk, sum kanska hava okkurt at lata, venda sær?

- Tey kunnu ringja til mín á tlf. 224644 ella á 327113. Reiðskapur er kærkomin, og vit vilja læra fiskimenninar at brúka útgerðina. Tað nyttar einki bara at senda skip, bátar og reiðskap avstað. Onkur má vera, sum leggur teimum lag á.

Sóu tit nakað, tá tú og Knud vóru í Eritrea í heyst, sum sigur tær, at fólk mugu fylgja við hjálpini?

- Ja, har liggja skip, sum ikki loysa, tí tað nyttar einki bara at senda skip, bátar ella útgerð avstað - og so halda, at ting henda av sær sjálvum. Neyðugt er at verða við og hjálpa fólkinum í gongd, sigur Jack Thomsen.