Brandur í Dali hevur í eini 30 ár verið á hestbaki á ólavsøku.
- Omma og abbi mín áttu ross, og sum 10 ára gamal fekk eg sjálvur eitt ross, so eg havi so at siga altíð havt við ross at gera. Gamaní kom ein lítil steðgur í, tá eg var tannáringur, men eg byrjaði aftur tá eg var um 20 ára aldur, og havi verið við á ólavsøku nærum á hvørjum ári síðani, greiður Brandur í Dali frá.
- Tað vóru reiðfólk, ið byrjaðu við skrúðgonguni til ólavsøkusetanina. Tað var í 1942, og beinanvegin var tað við hvítari skjúrtu og slipsi. Vit reiðfólk hava eina kenslu av, at hetta er nakað, ið skal haldast í hevd. Í seksti- og sjeytiárunum komu onnur ítróttafólk uppí gonguna, greiðir Brandur í Dali frá.
- Í samband við ólavsøkuna hevur prát hevur verið um at fáa rossini burtur, men vit kenna tað soleiðis, at onnur eru komin uppí eina gongu, sum vit byrjaðu av fyrstantíð, sigur Brandur í Dali.
- Kappríðing á ólavsøku hevur nærum verið í 100 ár. Byrjað var við kappríðing í 1921. Byrjaða varð við Sundsvegin, siðani við Velbastaðvegin og so hevur kappríðingin verið við Marknagil, og er har enn, sigur Brandur í Dali.
Les samrøðu við Brand í Dali í Ólavsøkublaðnum hjá Sosialinum, sum er borið í hvørt hús í Føroyum.